Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Frávera vegna sjúku hjá øðrum avvarðandi

Gerst sambúgvi, foreldur, systkin ella onnur avvarandi sjúk kunnu rættindi vera eftir aðrari almannalóggávu. Tað er ein ítøkilig meting. Bið um ráðgeving.

Starvsmannalógin og sáttmálarnir geva starvsfólki rætt til løn undir sjúku, tá ið starvsfólkini sjálvi verða sjúk, og rætt til fráveru við løn, tá ið børnini verða sjúk. Verða børnini ella hjúnafelagin álvarsliga sjúk, gevur dagpeningalógin eisini starvsfólkinum rættindi eftir dagpeningalógini.

Frávera, sum stendst av at vera um onnur avvarðandi, er hinvegin ikki fevnd av nevndu reglum. Tað kann t.d. vera tá t.d. sambúgvi, foreldur ella systkin gerast sjúk.

Tey, sum ikki hava rætt til dagpening, kunnu ístaðin venda sær til Almannaverkið um hjálp eftir t.d. vælferðarlógini. Tú kanst eisini leita sær vegleiðing frá ráðgevanum hjá Starvsfelagnum Leif Olsen, sosialráðgeva, leifo@starvsfelag.fo.

Leiðbeining nr. 8002 frá 25. november 2004 um Dagpeningalógina § 3, stk. 3 og 4, um álvarsliga sjúk børn og hjúnafelaga.

Rætturin til fráveru

Sjúka og lívskreppur kunnu raka allar familjur. Hesum skal arbeiðsplássið sjálvandi vísa neyðugt fyrilit fyri.

Sáttmálarnir hjá Starvsfelagnum hava ásetingar um familjupolitikk á almennum arbeiðsplássum. Leiðslan á almennum arbeiðsplássum skal vísa lagaligheit og smidligheit, fyri at betri samanhangur kann vera millum familjulív og arbeiðslív.

Nr. 4. Tiltøk, sum kunnu stuðla undir familjupolitikk, í sáttmálunum við FMR og KAF

Leiðslan skal ganga starvsfólkunum á møti, tá ið trupulleikar stinga seg upp, sum gera, at tey ikki fáa røkt sítt arbeiði, og geva frí, tá ið kreppur og sjúka raka.