Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Frávera vegna sjúkt barn

Verða børnini hjá tær sjúk, hevur tú sum starvsfólk ávís rættindi. Hesi rættindi eru fyrst og fremst eftir sáttmálanum. Harafturat kanst tú í serligum støðum hava rættindini eftir sjúkradagpeningalógini og vælferðarlógini.

Rættindi eftir sáttmála: Heima við løn hjá sjúkum barni

Eftir sáttmálunum hava starvsfólk rætt til frí við løn, tá ið børnini verða sjúk. Børn í hesum sambandi eru børn undir 18 ár, metir Starvsfelagið.

Foreldur hava rætt at vera heima hjá børnunum 2 dagar hvørja ferð. Í mesta lagi 10 dagar um árið. Hava tey trý børn ella fleiri undir 10 ár, kunnu tey fáa frí upp í 20 dagar um árið.

§ 7, stk. 3 í sáttmálanunum við FMR og KAF og § 5, stk. 3 í sáttmálanum fyri dagrøktararnar.

Dagarnir kunnu í serligum føri nýtast samanhangandi. Tað er, tá ið børn verða innløgd á sjúkrahús, og læknin metir tað vera neyðugt, at annað av foreldrunum verður innlagt saman við barninum. Loyva arbeiðsumstøðurnar tí, kunnu dagarnir í slíkum føri nýtast samanhangandi longur enn 2 dagar, siga sáttmálarnir.

Sí pkt. 4. Tiltøk sum kunnu stuðla undir familjupolitikkí í sáttmálunum við FMR og KAF.

Arbeiða bæði foreldini undir sáttmálum hjá Starvsfelagnum ella sáttmálum við líknandi ásetingum, hava tey rættindini hvør sær, t.v.s. dupult rættindi. Gevið gætur, at aðrir sáttmálar kunnu hava øðrvísi rættindi.

Minst til at siga arbeiðsgevaranum frá, tá ið tú mást vera heima og ansa sjúkum barni.

Rættindi eftir sjúkradagpeningalógini

Hevur starvsfólkið ikki rættindi eftir sáttmála, kann tað møguliga hava rætt til sjúkradagpening til neyðuga fráveru orsakað av sjúkum barni. Eftir § 3, stk. 3 og 4 í dagpeningalógini ber til hjá løntakarum, at fáa fíggjarliga veiting fyri fráveru, ið stendst av at vera um álvarsliga sjúkt barn. Støðan skal vera so álvarslig, at vandi antin er fyri lívinum ella heilsustøðuni hjá barninum.

Tað er ein ítøkilig meting hvat skal til fyri at koma undir reglurnar. Krøvini eru nærri útgreinað í leiðbeining um dagpeningalógina um álvarsliga sjúk børn og hjúnafelaga.

Læknin skal meta um, hvørt tað er alneyðugt, at nakar er um tann sjúka, og viðkomandi skal taka lut í røktini av tí sjúka barninum.

Tað skal vera álvarsligur vandi fyri lívinum ella heilsustøðuni hjá barninum. Hugsast kann at t.d. sjúkur sum meningitis, blóðtøppur og skurðviðgerðir av heilanum koma undir reglurnar. Talan kann møguliga eisini vera um álvarsligar ferðsluvanlukkur, brunaskaðar og aðrar álvarsligar vanlukkur. Um barnið liggur at doyggja, ella álvarsamur vandi er fyri, at tað kann doyggja, kemur hetta undir undir ásetingarnar, tí tá er altíð neyðugt at vera um tann sjúka.

Tað, sum nevnt er omanfyri, er ikki tømandi, og ein ítøkilig meting skal gerast av støðuni.

Børn í hesum sambandi er at skilja sum børn, sum eru undir 18 ár, hevur kærunevndin í Almannamálum avgjørt.

Er talan um minni álvarsliga sjúku, er tað upp til tann einstaka at gera av, hvørt hann vil vera burtur frá arbeiði og harvið verða fyri inntøkumissi. Minst tó til at umrøða og avtala fráveruna við arbeiðsplássið.

Leiðbeining um Dagpeningalógina § 3, stk. 3 og 4, um alvarsliga sjúk børn og hjúnarfelaga, http://logir.fo/Leidbeining/8002-fra-25-11-2004-um-Dagpeningalogina--3-stk-3-og-4-um-alvarsliga-sjuk

Rættindi eftir vælferðarlógini (fyrr forsorgarlógin)

Møguleiki er eisini fyri fíggjarligari hjálp eftir vælferðarlógini. Endurgjald verður latið fyri mista arbeiðsinntøku, tá tað vegna likamligt ella sálarligt brek ella varandi sjúku er neyðugt at ansa barni í heiminum. Eisini um tað er neyðugt at vera hjá barni í eitt ávíst tíðarskeið í sambandi við viðgerð. Víst verður til § 25, stk. 1, nr. 1 í lógini.

Sammett við útgjald eftir dagpeningalógini § 3, stk. 3 er endurgjaldið eftir vælferðarlógini ikki treytað av, at talan er um álvarsligan vanda fyri lívinum ella heilsustøðuni hjá barninum.

Starvsfólk, sum ikki hava rætt til dagpening eftir ásetingunum um álvarsliga sjúku hjá børnum, kunnu venda sær til Almannaverkið um hjálp eftir Vælferðarlógini.

Avleidd sjúka, familjupolitikkur og farloyvi

Starvsfólk, sum eftir lógini hava rætt til fíggjarliga hjálp at ansa sjúkum børnum, mugu eisini vanliga metast, at hava rætt til fráveru frá arbeiði orsaka av støðuni. Um ikki við løn, so hava tey tó rætt til ólønt farloyvi, tá tey so kunnu nýta møguliga uppsparda frítíð ella avspáking.

Sjúka hjá teimum avvarðandi kann eisini vera so tyngjandi, at starvsfólkið sjálvt kann gerast sjúkt. Les meira um avleidda sjúku og sáttmálaásetta familjupolitikkin her.

Eru ivamál um rættindi eftir almannalóggávuni ber til ráðføra seg við Leif Olsen, sosialráðgeva og ráðgeva hjá Starvsfelagnum, leifo@av.fo. Eisini ber til at venda sær til felagið.