Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Sjúka hjá avvarðandi

Her kanst tú lesa um, hvør støðan er, tá ið tey nærmastu avvarðandi hjá starvsfólkum í sáttmálaøkinum gerast sjúk, tað eru børnini ella hjúnafelagin.

Hesin partinum snýr seg um, hvørji fíggjarlig rættindi starvsfólki hava, tá ið børn ella hjúnafelagi gerast sjúk, t.v.s. rættin til fráveru við løn ella rættin til almenna hjálp í fráverutíðini.

Dagpeningalógin og forsorgarlógin

Tá ið børn gerast sjúk, kunnu foreldur hava rættindi eftir sáttmála, dagpeningalógini og/ella vælferðarlógini, t.e. løgtingslóg um almannatrygd og tænastur. Frávera hjá øðrum avvarðandi enn børnum gevur ikki starvsfólki rætt til fráveru við løn eftir sáttmálanum. Hinvegin kunnu rættindi vera eftir dagpeningalógini, tá ið hjúnafelagin gerst sjúkur, og møguliga eisini rættindi eftir vælferðarlógni, sum hevur avloyst forsorgarlógina.

Familjupolitikkur og avleidd sjúka

Sáttmálarnir hjá Starvsfelagnum á almenna arbeiðsmarknaðinum hava ein familjupolitikk, ið ásetir, at leiðslan á almennum arbeiðsplássum skal vísa lagaligheit og smidleika, so at betri samsvar kann vera millum familjulív og arbeiðslív. Starvsfelagið metir, at hetta merkir, at leiðslan skal ganga starvsfólkunum á møti, tá ið trupulleikar stinga seg upp, sum gera, at tey ikki fáa røkt sítt arbeiði, og t.d. geva teimum frí, tá ið tørvur er á tí.

Pkt 4. Tiltøk, sum kunnu stuðla undir familjupolitikk, í sáttmálanum við FMR, s. 29 og s. 22 í sáttmálanum við KAF.

Sjúka hjá teimum avvarandi kann eisini ávirka starvsfólkið so nógv, at starvsfólkið sjálvt verður sjúkraskrivað av støðuni. Rátt verður starvsfólki til at útvega sær læknaváttan tá so er. Ráðfør teg við felagið, um tú ert í iva.

Sí Funktionnærret. Sv. Andersen o.fl. við tilvísing til Østre Landsrets Dom av 20. juni 2003 (B-1783-02), s. 395