Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Sjúkrafrávera

Nær hevur tú rætt til at vera burtur frá arbeiði fyri sjúku? Nær kann arbeiðsplássið krevja eina læknaváttan? Kunnu starvsfólk fara út at ferðast, tá ið tey eru sjúkrameldað? Hvørji rættindi hava tey, tá ið børnini og hjúnarfelagin verða sjúk?

Hesin parturin snýr seg, um hvørji rættindi starvsfólk hava, tá ið tey sjálvi ella teirra nærmastu avvarðandi verða sjúk. Hvørji fíggjarlig rættindi starvsfólkini hava í hesum sambandi er í miðdeplinum. Eisini kanst tú lesa um skyldurnar hjá starvfólki, tá ið tey verða sjúk.

Sjúka hjá liminum - og sjúka hjá avvarðandi

Tá ið talan er um sjúkrafráveru, skal skiljast ímillum fráveru, tá ið starvsfólkið sjálvt verður sjúkt og fráveru, sum kemst av, at teirra nærmastu avvarðandi verða sjúk. Tað er hvør sítt, og rættindini eru eisini ymisk.

Hesin parturin er tí býttur sundur í tveir partar. Annar parturin snýr seg um støðuna, tá ið starvsfólkið sjálvt verður sjúkt. Hin parturin snýr seg um støðuna, tá ið sjúka rakar børn og hjúnafelaga, og hvørji rættindi starvsfólkið hevur í hesum sambandi.

Ofta krevst ein ítøkilig meting av støðuni í sambandi við sjúku. Ert tú í iva um tíni rættindi og skyldur, verður tú biðin um at ráðføra teg við Starvsfelagið.