Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Serstaka frívikan

Umframt frítíð eftir frítíðarlógini hevur tú sum starvsfólk í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum eisini rætt til serstakar feriudagar eftir sáttmálunum. Tað er tað, sum nógv kenna sum 6. feriuvikuna.

Innivinningarárið og feriuárið eru tey somu sum í frítíðarlógini, men nakrir munir eru á serstøku frívikuni og frítíð eftir frítíðarlógini. Munurin er millum annað, at serstaka frívikan:

  • verður útgoldin, vil starvsfólkið tað
  • kann verða flutt at hava í seinri frítíðarári, verður semja
    um tað
  • verður útgoldin seinast í frítíðarárinum, er hon ikki hildin
  • verður útgoldin, er hon ikki hildin, áðrenn farið verður úr
    starvi

Í frítíðarlógini er munur á frí og frí við løn. Øll hava rætt til frí í 5 vikur, eisini hóast tey ikki hava vunnið sær frí við løn í 5 vikur. Somu reglur galda ikki fyri serstøku frídagarnar. Øll hava ikki rætt til frí í eina heila viku, men serstøku frídagarnir verða bara hildnir, eru teir innvunnir. Fyri at hava rætt til eina heila viku, skalt tú við øðrum orðum hava verið í starvi alt innvinningarárið.

Tú kanst lesa um avtaluna um serstøku frívikuna aftaliga í sáttmálanum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og  Fíggjarmálaráðið. Á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum kanst tú lesa eina vegleiðing um serstøku frívikuna.