Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Lønin í frítíðini

Eftir frítíðarlógini skulu mánaðarlønt starvsfólk, sum tey í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum, hava sína vanligu løn, tá tey halda feriu. Vanliga lønin er grundlønin við vaktargjøldum, sum roknast kann við og sum plaga at vera partur av lønini.

Harafturat hava tey mánaðarløntu rætt til eitt serligt frítíðarískoyti, sum er 1,5% av vunnu lønini í undanfarna innvinningarári. Hetta ískoytið fellur vanliga til gjaldingar í apríl.

Men við sáttmálunum fært tú fær tú meira enn tað.

Umframt serstøku feriudagarnar hevur tú rætt til eitt serstakt frítíðargjald, sum er 12% av útgoldnari yvirtíðarløn í undanfarna innvinningarárið. Yvirtíð er nevniliga ikki við í útrokningargrundarlagnum, tá ið lønin hjá teimum mánaðarløntu verður roknað eftir frítíðarlógini. Hevur tú havt yvirtíð fellur serstaka frítíðargjaldið til gjaldingar fyrst í mai.