Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Frítíðarrættindi eftir sáttmálanum

Umframt frítíð eftir lógini hevur tú eisini rætt til serstakar feriudagar eftir sáttmálanum. Tað er tað, sum nógv kenna sum 6. feriuvikuna.

Sammett við frítíð eftir lógini hava øll ikki rætt til frí í eina viku eftir sáttmálanum. Serstøku frídagarnir verða nevniliga bert hildnir, eru teir innvunnir. Fyri at hava rætt til eina heila viku, skalt tú við øðrum orðum hava verið í starvi alt innvinningarárið.

Arbeiðsgevari og løntakari kunnu avtala, at serstakir frídagar skulu gjaldast út í staðin fyri at verða hildnir. Eisini ber til at gera avtalu um at flyta serstakar frídagar til eitt seinni frítíðarár at halda.