Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Frítíðarrættindi eftir lógini

Sambært frítíðarlógini hava løntakararnir altíð rætt til at halda feriu í 5 vikur í feriuárinum, sum er tíðarskeiðið frá 2. mai og 1. mai árið eftir (frítíðarárið). Av teimum skulu 4 vikur haldast samanhangandi í tíðarskeiðnum 2. mai til 30. september, sigur frítíðarlógin.

Starvsfólk í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum eru vanliga mánaðarlønt, og tað merkir, at hesi starvsfólk hava rætt til frítíð við løn. Tað skal síggjast í mun til tímalønt starvsfólk, sum fáa útgoldið eina upphædd, frítíðarløn, úr frítíðargrunninum, 2. mai at halda feriu fyri.

Í hvønn mun tú hevur rætt til at halda feriuna við vanligari, fullari løn, valdast hvussu nógv tú hevur arbeitt í innvinningarárinum frammanundan, tað er tíðarskeiðið frá 1. apríl til 31. mars.

Fyri at hava rætt til feriu við fullari løn, mást tú hava verið í fullum starvi alt innvinningarárið.

Hevur tú arbeitt niðursetta tíð fær tú løn í mun til brøkin. Og á sama hátt er tað, um tú bert hevur arbeitt ein part av innvinningarárinum. So fær tú bert løn fyri ein part av feriutíðini.

Hinvegin hevur tú altíð rætt til at halda frí í 5 vikur. Líkamikið hvussu nógv tú hevur arbeitt frammaundan. Tað merkir, at tú hevur rætt til at halda frí allar vikuna, men lutvíst uttan løn.