Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Frítíð eftir frítíðarlógini

Sambært løgtingslógini um frítíð við løn hava starvsfólk rætt til at halda feriu í 5 vikur (30 dagar, leygardagar íroknaðir) í feriuárinum, sum er tíðarskeiðið frá 2. mai til 1. mai árið eftir. Hetta kallast frítíðarárið. Av teimum skulu minst 4 vikur (24 dagar) haldast samanhangandi í tíðarskeiðnum 2. mai til 30. september, sigur frítíðarlógin.

Starvsfólk í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum eru vanliga mánaðarlønt, og tað merkir, at hesi starvsfólk hava rætt til frítíð við løn. Tað skal síggjast í mun til tímalønt starvsfólk, sum fáa útgoldið eina upphædd, frítíðarløn, úr frítíðargrunninum 2. mai at halda feriu fyri.

Í hvønn mun, tú hevur rætt til at halda feriuna við løn, veldst um, hvussu nógv tú hevur arbeitt í tíðarskeiðnum frá 1. apríl til 31. mars, sum liggur undan frítíðarárinum. Hetta kalla vit innvinningarárið, sum er tíðarskeiðið, har starvsfólkið ”sparir upp” til feriuna.

Tó hevur tú altíð rætt til at halda frí í 5 vikur eftir frítíðarlógini, sama hvussu nógv tú hevur arbeitt frammanundan. Hevur tú ikki vunnið tær rætt til fult goldna feriu, hevur tú kortini rætt til at halda frí allar vikurnar, men tað verður so lutvíst uttan løn.

Harafturat hava tey mánaðarløntu rætt til eitt serligt frítíðarískoyti, sum er 1,5% av vunnu lønini í undanfarna innvinningarári. Hetta ískoytið fellur vanliga til gjaldingar í apríl.

Fyrivarni verður tikið fyri, at lógin sum útgangsstøði hevur eitt undantak fyri fiskimenn.

Sí løgtingslóg um frítíð § 2, nr 2.