Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Frítíð

Hvussu leingi hevur tú rætt til halda feriu? Og í hvønn mun hevur tú rætt til frítíð við løn? Í hesum partinum kanst tú lesa um frítíðarrættindini hjá starvsfólkum í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum, har sáttmálanir geva tær eyka sømdir í feriuni

2. mai á hvørjum ári byrjar eitt nýtt frítíðarár. Frítíðarárið varar til 1. mai árið eftir. Og tá tú skalt leggja feriuna til rættis, er gott at vita hvørji rættindi tú hevur at halda feriu.

Starvsfólk í sáttmálaøkjunum hjá Starvsfelagnum hava sum allir aðrir løntakarar rætt til feriu eftir løgtingslógini um frítíð við løn. Haraftruat hava starvsfólk frítíðarrættindi eftir sáttmálunum, sum gevur teimum rætt til eyka feriu við løn og eitt serstakt frítíðargjald av yvirtíð, sum tey hava arbeitt.

Frítíðin skal leggjast í samráð millum leiðslu og starvsfólk, og eftir feriulógini skal frítíðin verða ásett í rímiligari tíð frammaundan; eftir sáttmálunum við Starvsfelagið merkir hetta vanliga minst ein mánað frammanundan.

Í hesum partinum kanst tú lesa um tíni rættindi eftir ávíkavist frítíðarlógini og sáttmálunum.