Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Tíðarskeiðið við barsilsløn

Tá ið vit skulu lýsa barsilslønina, sum starvsfólk hava rætt til sambært sáttmála, tosa vit um rættindi ávikavist fyri barnsburð og rættindi eftir barnsburð. Hesi rættindi eru ásett í § 8 í sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið og vanliga sáttmálanum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Fyri barnsburð

Undan barnsburði er talan um rættindi til kvinnuna burturav. Sambært sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið og vanliga sáttmálanum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur starvskvinnan rætt til barsilsfarloyvi við løn, tá ið 4 vikur eru til metta føðing (termin). Henni nýtist í mesta lagi eina váttan fyri terminsdegunum fyri at fáa hesi rættindi.

Eisini ber til at fáa serliga barsilsløn, áðrenn hetta tíðarskeið. Prógvar kvinnan við læknaváttan, at hon er óarbeiðsfør 4 vikur ella fyrr undan mettari føðing, verður hetta roknað sum lógligt sjúkraforfall. Í slíkum føri virkar skipanin á tann hátt, at tá ið 4 vikur eru eftir til metta føðing, verður farið frá løn undir sjúku til barsilsløn. Óarbeiðsføri merkir, at læknin metir, at viðkomandi kvinna ikki er før fyri at arbeiða. Læknin hevur møguleika at staðfesta fult ella lutvíst óarbeiðsføri.

Eisini ber til at fáa serligt sjúkrafarloyvi. Sambært sáttmálunum kann kvinnan fáa farloyvi við løn alla viðgongutíðina, um hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum.

Eftir barnsburð

Sambært sáttmálanum hava starvsfólk rætt til barsilsløn í 24 vikur tilsamans eftir, at kvinna hevur føtt. Eftir barnsburð kunnu rættindini býtast í tvey tíðarskeið. Rættindini til og við 14. viku og rættindi eftir 14. viku.

Tær fyrstu 14 vikurnar eru markaðar til mammuna. Við rættarúrskurði er staðfest, at talan er um serligt verndartíðarskeið fyri mammuna grundað á serliga tørvin hjá henni at vera um barnið.

Sí Vegleiðing, Fíggjarmálaráðið, 2.6 og dóm í Føroya Rætti tann 21.juni 2010, mál nr. BS 485/2009, samanborið við dómin í Eystara Landsrætti tann 7. nov. 2012, mál nr. B-2889-11.

Eftir 14. viku er ikki loyvt at gera mun á foreldunum. Tá eru tey javnsett, og hava bæði foreldur rætt til barsilsløn sambært sáttmála, avgera tey sjálvi, hvør av teimum, ið fer heim við løn. Bæði foreldur kunnu tó ikki fara heim við barsilsløn samstundis.

Sambært barsilslógini eru 4 vikur markaðar til pápan ella sammóðurina. Barsilslógin og § 8 í sáttmálunum um barnsferð leggja upp til, at pápar/sammøður fáa ólønt farloyvi frá sínum arbeiðsplássi, so at tey sleppa at halda barsilsfarloyvi við barsilsgjaldi. Hesar 4 vikurnar hava bæði foreldrini rætt til at vera heima í barsilsfarloyvi við peningi í senn.