Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Hvat fyri løn?

Starvsfólk, ið eru undir sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið og vanliga sáttmálanum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, hava rætt til sína vanligu fullu løn.

Hugtakið "løn" verður vanliga tulka á sama hátt, tá talan er um lógliga fráveru, antin tað er vegna sjúku, barsil ella frítíð. Dagrøktararnir hava ikki rætt til barsilsløn, men fáa bert barsilsgjald eftir barsilslógini og verða tí ikki umrøddir her.

Hugsanin er, at starvsfólkið skal hava sína vanligu løn. Umframt føstu lønina, skalt tú hava vanligar viðbøtur, sum eru støðugar og væntandi. Eisini skal eftirlønargjaldið verða goldið aftrat løninini, sum vanligt, og feriurættindi verða innvunnin á vanligan hátt. Meginreglan er, at lønin skal vera, sum hon plagar.

Sí Vegleiðing um barsil, Fíggjarmálaráðið, 2.16 Løn

Víst verður til løn undir sjúku í sambandi við sjúkrafráveru, og til vegleiðingina um barsil hjá Fíggjarmálaráðnum, pkt. 2.16.

Um tú ivast í, um tú fært røttu lønina undir barsilsfarloyvinum, ráðfør teg so við Starvsfelagið um støðu tína.