Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Frítíð

Tá ið starvsfólkið er í Barsilsskipanini við barsilsgjaldið vinnur starvsfólkið frítíðarløn eftir serligari skipan sambært, sí § 14 a barsilslógini.

Sí § 14 a í barsilslógini

Barsilsfarloyvi er sokallað feriuforðing. Tað merkir, at arbeiðsgevarin ikki kann krevja, at frítíðin skal verða hildin, meðan starvsfólkið er í barsilsfarloyvi. Tó kann frítíðin verða hildin, vil starvsfólkið tað sjálvt. Verður frítíðin ikki hildin, hevur starvsfólkið rætt til aðra frítíð í staðin.

Eigur kvinnan, áðrenn frítíðin skal haldast, hevur hon rætt til aðra frítíð seinni. Eigur kvinnan, tá ið hon er farin í frí, hevur hon, vegna hesar serligu umstøður, rætt at halda írestandi frítíðina seinni.

Sí Vegleiðing um barsil hjá Fíggjarmálaráðnum, 2.19