Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Tíðarskeiðið við barsilsgjaldi (vanligu rættindini)

Barsilslógin gevur rætt til barsilsgjald áðrenn mettan barnsburð og eftir barnsburð. Skipanin, sum vit lýsa her er tíðarskeiðið við barsilsgjaldi, sum er galdandi undir vanligum umstøðum. Eru fleiriburðar ella ov tíðliga fødd børn er tíðarskeiðið longri.

Gevið gætur, at hava starvsfólk rætt til barsilsløn eftir sáttmála, hava tey bert rætt til barsilsgjald fyri tíðina, tá ið tey ikki longur hava rætt til barsilsløn.

Hjá dagrøkarunum er barsilsskipanin tó galdandi fyri alt tíðarskeiðið, við tað at dagrøktararnir ikki hava rætt til barsilsløn eftir sáttmálanum.

Rættindi fyri barnsburð

Almenn rættindi:
Kvinna hevur rætt til barsilsfarloyvi og barsilspening, tá ið 4 vikur eru eftir til metta føðing. Hevur kvinnan fingið ásett ein dag fyri keisaraskurð, hevur hon rætt til barsilspening, tá ið 4 vikur eru eftir til skurðviðgerðina.

Eigur kvinnan, áðrenn ella eftir ásetta termin, kann tað ávirka samlaða tíðarskeiðið við barsilsgjaldi.

Dømi: Fer kvinnan í barsilsfarloyvi 4 vikur, áðrenn hon er sett at eiga, men eigur longu, tá ið 2 vikur eru farnar, hevur hon rætt til barsilspening í 2 vikur + tær ásettu vikurnar eftir barnsburðin.

Gongur kvinnan yvir tíðina, hevur hon hinvegin rætt til barsilspening fyri hetta tíðarskeiðið. Dømi: Fer kvinnan í barsilsfarloyvi 4 vikur, áðrenn hon er sett at eiga, men gongur 2 vikur yvir tíðina, hevur hon rætt til barsilspening í hesar 6 vikurnar + tær ásettu vikurnar eftir barnsburð.

Meginreglan viðvíkjandi terminini er tann sama, tá talan er um barsilsløn sambært sáttmála.

Serlig rættindi:
Kann kvinnan við læknaváttan prógva, at frávera er neyðug vegna heilsuvanda fyri hana sjálva ella tað ófødda barnið, hevur hon rætt til barsilsfarloyvi, tá ið 13 vikur eru eftir til metta barnsburðin og rætt til barsilspening, tá ið 8 vikur eru eftir til metta barnsburðin. Arbeiðsgevarin rindar fyri læknaváttanina. Læknaváttanir fyri tíðarskeiðið 8 til 4 vikur fyri mettan barnsburð rindar barsilsskipanin.

Rættindi eftir barnsburð

Eftir barnsburð hava foreldur rætt til barsilsgjald í tilsamans 52 vikur. Av teimum eru 4 vikur markaðar til pápan ella sammóðurina, 14 vikur eru til mammuna og 34 eru til býtis.

Vikurnar við barsilsgjaldi skulu brúkast innan 52 vikur eftir barnsburð.

Viðvíkjandi teimum 34 vikunum, sum foreldrini hava at býta, kunnu tey ikki nýta hesar vikurnar samstundis. Farloyvið, ið er markað til pápa/sammóður á 4 vikur kann tó nýtast samstundis, sum mamman er heima við barsilsløn ella barsilsgjaldi.

Nærri útgreinað eru rættindini til barsilsigjald eftir føðing býtt soleiðis:

Mamman: 
Tær fyrstu 14 vikurnar eftir barnsburð eru eitt verndartíðarskeið fyri mammuna, og er hetta tíðarskeiðið markað til mammuna. Barsilsgjaldið og barsilsfarloyvið, ið mamman hevur rætt til hetta tíðarskeiðið, kann ikki býtast við pápan.

Pápin/sammóðurin: 
4 vikur við barsilsgjaldi eru markaðar til pápan/sammóðurina. Sambært sáttmálanum hevur pápin/sammóðurin rætt til at fáa frí frá arbeiðsplássinum fyri at fara heim við barsilsgjaldi, sum hann so søkir um frá Barsilsskipanini. Pápi/sammóður kunnu nýta pápafarloyvi samstundis sum mannan er í barsilsfarloyvi.

Felags rættindi: 
Eftir 14. viku hava foreldrini 34 vikur av barsilsgjaldi at býta sínámillum. Tá avgera foreldrini sjálvi hvussu tey býta rættindini sínámillum. Um mamman ella pápin/sammóðurin skulu vera heima við barsilsgjaldi.