Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Hvussu stórt er barsilsgjaldið

Barsilsgjaldið verður roknað eftir miðal mánaðarligu A-inntøkuni seinasta árið, áðrenn barsilsfarloyvið byrjar.

Mesta útgjald er 25.000 kr. um mánaðin. Hevur tú tjent minni, fært tú minni. Hevur tú tjent meira, mást tú vera tann peningin fyriuttan, um tú ikki hevur aðra avtalu við arbeiðsgevaran hjá tær.

Umframt útgjaldið fært tú eisini eftirlønagjald. Gjaldið svarar til prosentini í eftirlønarlógini, men gjaldið verður tó lagt omaná og kemur sostatt afturat, t.v.s. eftir somu meginreglu sum í sáttmálunum.

Útgjaldsupphæddin kann vera ávirkað av fleiri viðurskiftum. Les meira um hettar á heimasíðuni hjá Barsilsskipanini, www.barsil.fo