Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Rættindi sambært barsilslógini

Eins og aðrir løntakarar hava starvsfólk, sum arbeiða hjá landi, kommunum ella kommunalum felagsskapum rætt til barsilsgjald, sum er ein veiting frá Barsilsskipanini.

Hevur starvsfólk rætt til barsilsløn sambært sáttmála, hevur tað ikki samstundis rætt til barsilsgjald frá Barsilsskipanini fyri sama tíðarskeið.

Nær er barsilslógin viðkomandi?

Fyri tey, sum eru undir sáttmálanum við Fíggjarmálaráðnum og vanliga sáttmálanum við kommunala arbeiðsgevarafelagið, KAF, er barsilsskipanin viðkomandi, tá ið tíðarskeiðið við barsilsløn eftir sáttmálanum er av. Tá ið 24 vikur eru frálidnar, síðani mamman átti barnið, ber nevniliga til at fara frá barsilssløn til barsilsgjald. Aftrat hesum koma rættindini hjá pápanum ella sammóðurini at fara heim við barsilsgjaldi í 4 vikur.

Hjá dagrøktararnar er støðan øðrvísi. Dagrøktararnir hava ikki rætt til barsilsløn sambært sáttmála, so hjá teimum er barsilsgjaldið fíggjarliga grundarlagið í farloyvistíðini burturav.