Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Fráboðanarskylda og umsóknir

Her eru nøkur praktiskt ráð og nakrar áminningar til tykkum, sum fara heim í barsilsfarloyvi við barsilsløn og/ella barsilsgjaldi.

Fráboðanarskylda

Minnist til fráboðanarskylduna eftir lógini.

Kvinna skal siga arbeiðsgevara frá í minsta lagi 3 mánaðir áðrenn, hon er sett at eiga. Tað er ásett í starvsmannalógini § 6, stk. 2. Fráboðanarskyldan skal takast í størsta ávara, tí vantandi fráboðan kann hava starvsrættarligar avleiðingar við sær, t.d. átalu ella ávaring.

Hevur arbeiðsgevari ætlanir um at seta tiltøk í verk vegna ov seina fráboðan, skal hann tó hava í huga øvutu próvbyrðuna í § 6 í javnstøðulógini. Tað merkir, at arbeiðsgevarin skal prógva, at tiltøkini ikki eru grundað á viðurskifti í sambandi við viðgongu og barnsburð.

Sí t.d. Vegleiðing um Barsil, Fíggjarmálaráðið 2.1. Fráboðan

Eisini barsilslógin hevur ásettar fráboðanarfreistir í § 3. Kvinna, sum fer í barsilsfarloyvi, skal innan 8 vikur eftir barnsburð boða sínum arbeiðsgevara frá, nær hon byrjar at arbeiða aftur.

Maður ella sammóður, sum fer í farloyvi, skal í seinasta lagi 4 vikur frammanundan boða arbeiðsgevara sínum frá, nær hann ella hon væntar at vera burtur frá arbeiði. Teka hesi longri farloyvi eftir 14. viku skulu tey í seinasta lagi 8 vikur eftir, at farloyvi er byrjað, siga frá, nær hann ella hon kemur aftur til arbeiðis.

Tey, sum fáa barn við ættleiðing, skulu við fráboðan til arbeiðsgevaran halda somu freistir.

Umsóknir

Starvsfólk, sum skulu hava barsilsgjald frá Barsilsskipanini, skulu sjálvi søkja um hetta frá Barsilsskipanini. Hinvegin er ikki neyðugt at søkja um barsilsløn. Hon er ásett í sáttmálanum og kemur av sær sjálvum, eins og lønin plagar at gera.

Hevur tú rætt til løn ein part av farloyvistíðini, skalt tú senda umsókn til Barsilsskipanina fyri tann partin, sum tú ikki fært løn fyri. Hetta er galdandi fyri tey, sum eru undir sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið og vanliga sáttmálanum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Dagrøktararnir, sum ikki hava rætt til barsilsløn eftir sáttmála, skulu hinvegin senda inn umsókn til Barsilsskipanina fyri alla farloyvistíðina.