Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Barsilsløn ella barsilsgjald?

Tíni grundleggjandi rættindi

Øll starvsfólk hava rætt til barsilsfarloyvi. Tá tosa vit um sjálvan rættin hjá foreldrunum sum løntakarar at vera burtur frá arbeiði í sambandi við viðgongu, barnsburð ella ættleiðing. Hesin grundleggandi rættur er staðfestur í § 1 og § 2 í barsilslógini.

Meginreglan er, at undan føðing hevur kvinna, ið skal eiga altíð rætt til barsburðarfarloyvi í 4 vikur áðrenn metta føðing (termin). Haraftruat koma onnur rættindi við sjúkraváttan.

Eftir at barnið er komið í verðina hava foreldrini rætt til barsilsfarloyvi, t.v.s. frí vegna barsil, í tilsamans 56 vikur. Av hesum hevur mamman rætt til farloyvi í 14 vikur eftir barnsburð. Eftir 14. viku hava foreldrini rætt til barsilsfarloyvi í upp til 42 vikur tilsamans, og 4 av hesum vikum eru markaðar til pápan.

Ættleiðingarforeldur hava rætt til farloyvi í upp til 4 vikur áðrenn tey fáa barnið, og í tilsamans 56 vikur tilsamans eftir at tey hava móttikið barnið.

Hetta eru rættindi til lógliga fráveru eftir Barsilslógini. Talan er um ófrávíkilig minsturættindi, sum merkir, at tað ber ikki til við kollektivum sáttmála ella avtalu at geva starvsfólki verri sømdir. Slíkar avtalur eru ógildigar. Hinvegin ber tað væl til at geva betri rættindi við avtalu ella í kollektivum sáttmála.

Haldið eyga við, at broytingar javnan henda í barsilslógini.

Barsilsgjald ella barsilsløn - lóg ella sáttmáli?

Rætturin til lógliga fráveru í sambandi við barsil er eitt. Rætturin til pening undir fráveruni nakað annað.

Barsilsgjald

Barsilslógin gevur starvsfólki rætt til eina peningaveiting úr Barsilsskipanini, sum fevnir um meginpartin av loyvda barsilstíðarskeiðnum. Hetta er tað, vit kalla barsilsgjaldið. Barsilsgjaldið er peningur, sum Barsilsskipanin rindar annaðhvørt starvsfólkinum, sum er í barsilsfarloyvi, ella arbeiðsgevara, sum síðani rindar starvsfólkinum barsilsløn.

Les meira um barsilsgjaldið í partinum um rættindi sambært barsilslógini.

Barsilsløn

Starvsfólk, sum eru sett sambært sáttmála, kunnu hava rætt til fulla løn ein part av farloyvistíðini. Hettar er tað, vit kalla barsilsløn. Limirnir hjá Starvsfelagnum fáa barsilsløn. Einasta undantakið eru kommunalu dagrøktararnir, sum burturav eru undir Barsilsskipanini.

Les meira um barsilsløn í partinum um rættindi eftir sáttmála.

Sambandið millum skipanirnar

Hóast flestallir limir í Starvsfelagnum hava rætt til barsilsløn, er Barsilsskipanin tó eisini viðkomandi fyri hesi.

Hetta kemst av, at tíðarskeiðið við barsilsløn er styttri enn tíðarskeiðið við barsilsgjaldi. Hetta merkir, at tá ið limurin hevur nýtt síni rættindi eftir sáttmálanum og ikki hevur rætt til barsilsløn longur, ja so fer hann yvir í Barsilsskipanina og fær barsilsgjald tað, sum eftir er av tíðarskeiðnum.

Hjá dagrøktarunum er Barsilsskipanin tó sum nevnt fíggjarliga grundarlagið alla barsilstíðina. 

Arbeiðsgevari, ið rindar løn til starvsfólk í barsilsfarloyvi, hevur rætt til lutvíst endurgjald frá Barsilsskipanini fyri ta løn, hann rindar starvsfólki, ið eru í barsilsfarloyvi. Fyri arbeiðsgevarar hjá landinum er tað ein treyt fyri at fáa endurgjald, at avloysari verður settur fyri tann, ið fer í farloyvi.