Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Barsilsfarloyvi

Hvør hevur rætt til at fara í barsilsfarloyvi? Fái eg løn eftir sáttmála ella barsilsgjald frá Barsilsskipanini? Hvussu leingi hevur mamman rætt til at vera í barsilsfarloyvi, og hvussu leingi kann pápin?

Starvsfólk hava rættindi bæði í sambandi við viðgongu, barnsferð og ættleiðing. Tað hava tey sambært reglunum um barnsburðarfarloyvi ella barsilsfarloyvi, sum tær vanliga verða róptar, og sum vit fara at nevna tær.

Í hesum partinum kanst tú lesa um, hvørjar reglur galda fyri teg ella tykkum, sum verða foreldur, og sum fara av arbeiðsmarknaðinum eina tíð av hesi orsøk.

Reglurnar

Reglurnar um barsilsfarloyvi finnast í barsilslógini og í sáttmálunum. Eisini eru viðkomandi ásetingar í starvsmannalógini.

Fíggjarmálaráðið hevur eina henta vegleiðing um barsil. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum í reglunum.

Tú kanst eisini lesa um barsilsskipanina á heimasíðuni hjá Barsilsskipanini.