Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Stilla upp til nevndina í Starvsfelagnum

Her kanst tú stilla upp til nevndina í Starvsfelagnum.

Nevndin telur 5 limir, og á komandi aðalfundi skulu veljast 2 nevndarlimir og 2 tiltakslimir. Nevndarlimirnir verða valdir fyri 3 ár, og tiltakslimirnir fyri 1 ár.

Sum nevndarlimur fært tú møguleika at vera við til at mynda arbeiðið hjá Starvsfelagnum og hava ávirkan á løn, arbeiðskor og rættindi hjá útvið 2.000 løntakarum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Nevndararbeiðið er skipað í greiðum kørmum og letur seg væl sameina við arbeiðs- og privatlív.


Hvør kann stilla upp?

Allir fullgildigir limir í Starvsfelagnum kunnu stilla upp. Tú kanst stilla upp sjálv/ur, ella stilla annan lim upp. Verður annar limur stillaður upp, skal skrivligt samtykki (fulltrú) frá valevninum fylgja við.

Víst verður annars til § 8 í viðtøkum felagsins.

Soleiðis gert tú

Fyll frymilin niðanfyri við teimum neyðugu upplýsingunum:

  • navn, teldupost og telefonnummar 

  • Tín uppbústað og hvar tú arbeiðir

Tá tú hevur sent frymilin inn, hevur Starvsfelagið fingið tína uppstilling.

Skrivlig fráboðan kann eisini sendast til starvsfelag@starvsfelag.fo.

 

Freistin fyri uppstilling er 1. februar 2026.

 

👇 Fyll út frymilin niðanfyri 👇

Stilla upp

Takk fyri at tú stillar upp til nevndarvalið 2026. Meira kunning verður send beinleiðis til tín teldupost.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send