Rita inn

Set teg í samband við okkum, um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Reglugerð fyri álitisfólk

Samsvarandi § 3 í sáttmálanum frá 1. juni 1985 millum Føroya Landsstýri og Starvsmannafelagið verður henda reglugerð fyri álitisfólk gjørd. Reglugerðin er gjørd soleiðis, at greininar samsvara við stykkini í § 3 í sáttmálanum

§ 1
Tá tað á eini deild starvast í minsta lagi 5 limir í Starvsfelagnum, hava hesir limir rætt til at velja sær eitt álitisfólk, sum ikki kann verða uppsagt, uttan uppsøgnin hevur verið til viðgerðar millum Føroya Landsstýri og Starvsmannafelagið.

§ 2
Til álitisfólk kann bara veljast tann, ið hevur fulltíðarstarv og hevur arbeitt á viðkomandi deild í minsta lagi í 1 ár, uttan so at tað av serligum umstøðum gerst neyðugt at víkja frá hesum.

§ 3
Lærlingar kunnu ikki veljast til álitisfólk.

§ 4
Valið hevur ikki gildi, fyrr enn tað er góðkent av Starvsfelagnum og boðað leiðsluni á avvarðandi stovni. Henda fráboðan eigur at verða gjørd í seinasta lagi 14 dagar eftir valið.

§ 5
Álitisfólkið hevur skyldu til at ansa eftir, at lógir, sáttmálar, fyriskipanir v.m., ið eru galdandi fyri arbeiðsplássið sum heild, verða yvirhildin, og skal virka fyri best møguligum samarbeiði limanna og leiðslunnar millum.

§ 6
Álitisfólkið hevur rætt og skyldu til at tingast við deildar- og stovnsleiðsluna um øll tílík mál, sum av felagnum eru løgd til tess. Er álitisfólkið ikki nøgt við avgerð leiðslunnar, skal tað leggja málið fyri felagið.

§ 7
Tá talan er um setan av starvsfólki ella uppsøgn, skal leiðslan samráðast við álitisfólkið á avvarðandi deild. Verða partarnir ikki samdir, skal álitisfólkið leggja málið fyri felagið.

§ 8
Álitisfólkið skal – í samráð við stovnin – í arbeiðstíðini hava møguleika fyri at taka sær av málum, ið viðvíkja starvsfeløgunum ella arbeiðsviðurskiftum á staðnum, tó soleiðis at tað stendst so lítið tarn av hesum sum møguligt.

§ 9
Álitisfólkið skal – í samráð við stovnin/kommununa – í arbeiðstíðini hava møguleika fyri at taka sær av málum, ið viðvíkja starvsfeløgunum ella arbeiðsviðurskiftum á staðnum, tó soleiðis, at tað stendst so lítið tarn av hesum sum møguligt.

§ 10
Tá álitisfólk søkja um at sleppa á álitisfólkaskeið, fer landsstýrið at viðgera slíkar umsóknir við vælvild. Sama er galdandi fyri nevndarlimir í felagnum.

Protokollat viðv. reglugerð fyri álitisfólk

Partarnir eru samdir um, at álitisfólk skulu hava rætt til at koma saman til felagsfund 2 ferðir um árið í arbeiðstíðini.

Viðmerkingar til §§ 1, 2, 3 og 4

Á øllum teimum stovnum, deildum, skipum og arbeiðsplássum annars, har í minsta lagi 5 limir í Starvsfelagnum starvast, skulu hesir sínámillum velja sær 1 álitisfólk.

Á teimum stovnum, deildum, skipum og arbeiðsplássum annars, sum umfata fleiri arbeiðsgreinir og –uppgávur, verður rátt til at velja meira enn 1 álitisfólk, t.d. 1 fyri hvørja arbeiðsgrein (ella 1 álitisfólk fyri hvørjar 10 limir).

Í øllum førum skulu eykaálitisfólk veljast fyri hvørt álitisfólk.

Tann, ið valdur verður, skal, har tað er møguligt, hava hollan kunnleika til arbeiðsgongdina og viðurskiftini annars á arbeiðsstaðnum.

Álitisfólk verða vald fyri eitt 2-ára skeið hvørja ferð. Einki er tó til hindurs fyri, at sama fólk kann verða afturvalt til álitisfólk.

Rátt verður frá, at fólk í leiðandi størvum og fólk, sum hava tætt tilknýti til leiðsluna, verða vald til álitisfólk. Undantøk frá hesum reglum kunnu gerast, tá tað av serligum umstøðum gerst neyðugt. Frágreiðing um møgulig undantøk skal gevast felagnum, áðrenn valið fer fram.

Verður álitisfólk hótt við at verða uppsagt, skal hetta beinanvegin boðast felagnum við frágreiðing um orsøkina.

Valið fer fram á tann hátt, at starvsfólkini semjast um, hvørji valevni skulu vera. Síðani verður atkvøtt við, at starvsfólk skrivar navnið á einum av valevnunum á atkvøðuseðilin. Tað valevnið, sum hevur fingið flestar atkvøður, er valt til álitisfólk, meðan tað starvsfólkið, sum hevur fingið næstflestar atkvøður, er valt til eykaálitisfólk. Lutfalsliga verður farið fram á sama hátt, har fleiri enn 1 álitisfólk skulu veljast.

Úrslitið av valinum skal beinanvegin boðast felagnum. Góðkennir felagið valið, verður hetta boðað álitisfólkunum, samstundis sum sagt verður leiðslu stovnins frá, hvør/hvørji eru vald til álitisfólk.

Viðmerkingar til §§ 5, 6 og 7

Álitisfólkini hava skyldu til at ansa eftir:

  • at lógir, sáttmálar og fyriskipanir felagsins verða hildnar,
  • at nýsett starvsfólk, eins og lærlingar og avloysarar, verða innlimaðir í felagið,
  • at fólk, ið siga seg úr starvi í almennari tænastu, skrivliga siga seg úr felagnum, um hetta er ætlan
  • teirra, og at rætt verður farið fram, tá fólk verða sett í starv, framflutt ella uppsøgd.

Harafturat er tað skylda álitisfólksins at virka fyri best møguligum samarbeiði millum limirnar og leiðsluna, og at arbeiðið fer fram í sátt og semju.

Eisini skal álitisfólkið tingast við leiðsluna um øll tílík mál, sum eru løgd til tess av felagnum ella limunum, og royna at fáa hesi loyst innanhýsis.

Um so er, at mál bert viðvíkja einum av limum felagsins á arbeiðsstaðnum, skal hesin sjálvur leggja spurningin fyri leiðsluna. Kennir limurin seg ikki nøgdan við avgerð leiðslunnar, hevur hann rætt til at fáa málið viðgjørt av nýggjum við millumgongu álitisfólksins.

Um álitisfólkið, aftaná at hava viðgjørt eitt og hvørt mál við leiðsluna ella limir felagsins, ikki kennir seg nøgt við úrslitið, ella álitisfólkið verður kunnugt við brot á lógir, sáttmálar ella fyriskipanir felagsins, hevur tað skyldu til at siga felagnum frá hesum.

Felagið skal síðan royna at fáa loyst málið við samráðingum, og hevur álitisfólkið í meðan skyldu til at ansa eftir, at arbeiði fer fram á vanligan hátt, uttan so at felagið gevur onnur boð.

Álitisfólkið hevur rætt til at krevja samráðingar við leiðsluna um øll mál, sum tað metir at vera av týdningi fyri arbeiðsstaðið og/ella starvsfólkini. Her verður serliga hugsað um, tá talan er um setan av starvsfólki ella uppsøgn av starvsfólki ella framflutning, og tá talan er um arbeiðsumstøðurnar á arbeiðsstaðnum.

Viðmerkingar til § 8

Álitisfólkið hevur tætt til – í arbeiðstíðini – at taka sær av neyðugum málum á arbeiðsstaðnum, eins og tað skal møta á fundum, sum felagið skipar fyri, ella á fundum millum álitisfólkini.

Eisini hava álitisfólkini – í arbeiðstíðini – rætt til at møta á teimum møguligu skeiðum v.m., sum eru neyðug fyri teirra dagliga virki sum álitisfólk.

Arbeiði álitisfólksins skal í ongum føri føra við sær lønarskerjingar fyri tað.

Krevur leiðslan, at álitisfólk eru til staðar í samráðingum og/ella arbeiði uttanfyri vanligu arbeiðstíðina ella frídagar, skal hetta gjaldast við úrtíðarløn ella frítíð sambært tær til eina og hvørja tíð galdandi reglur í sáttmálanum.

Álitisfólkini skulu tó altíð hava í huga, at virki teirra sum álitisfólk tarnar teimum minst møguliga í dagliga starvi teirra á arbeiðsplássinum, og skulu, um tað gerst neyðugt at fara av arbeiðsplássinum, gera hetta í samráð við leiðsluna.

Viðmerkingar til § 9

Álitisfólkið hevur rætt til – í arbeiðstíðini – at taka sær av neyðugum málum á arbeiðsstaðnum, eins og tað skal møta á fundum, sum felagið skipar fyri, ella á fundum millum álitisfólkini.

Eisini hava álitisfólkini – í arbeiðstíðini – rætt til at møta á teimum møguligu skeiðum v.m., sum eru neyðug fyri teirra dagliga virki sum álitisfólk.

Arbeiði álitisfólksins skal í ongum føri føra við sær lønarskerjingar fyri tað.

Krevur leiðslan, at álitisfólk eru til staðar í samráðingum og/ella arbeiði uttan fyri vanligu arbeiðstíðina ella frídagar, skal hetta gjaldast við úrtíðarløn ella frítíð sambært tær til eina og hvørja tíð galdandi reglur í sáttmálanum.

Álitisfólkini skulu tó altíð hava í huga, at virki teirra sum álitisfólk tarnar teimum minst møguliga í dagliga starvi teirra á arbeiðsplássinum, og skulu, um tað gerst neyðugt at fara av arbeiðsplássinum, gera hetta í samráð við leiðsluna.