Rita inn

Set teg í samband við okkum um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Royn vinarliga aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Tilboð til limir okkara

Limatilboð
Tíðindi
Starvsfelagið feiraði stovningardagin

Starvsfelagið feiraði stovningardagin

JUBILEUM: Í dag vóru 60 ár liðin síðani størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, Starvsmannafelagið, varð sett á stovn. Hetta varð hátíðarhildið í Smæruni og í hølum felagsins. Felagið eitur frá í dag Starvsfelagið. Stovningardagurin er hi...
24. Februar 2021
Starvsmannafelagið eitur nú Starvsfelagið

Starvsmannafelagið eitur nú Starvsfelagið

NAVNASKIFTI: Á 60 ára degnum hjá Starvsmannafelagnum, varð navnabroyting kunngjørd. Nýggja navnið er meira rúmandi og endurspeglar í størri mun samansetingina í felagnum. Felagið eitur nú Starvsfelagið. Starvsfelagið hevur 60 ár á baki, og nógv er...
22. Februar 2021
Fakfeløg mótmæla

Fakfeløg mótmæla

ARMSLONGD: Tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum á hendan hátt, og eftir egnum vali, kann seta tríggjar nevndarlimir fyri Landsbankan, er sera týdningarmikla armslongdarmeginreglan fullkomuliga horvin. Sum hoyringspartur frámæla 28 fakfeløg við uml...
12. Februar 2021
Starvsfelagið tekur undir við teimum 17 heimsmálunum hjá Sameindu Tjóðum

Starvsfelagið tekur undir við teimum 17 heimsmálunum hjá Sameindu Tjóðum

Limahandbók
Tá starvið byrjar
Í starvi
Úr starvi

Skulu øll størv lýsast leys? Hvat skal standa í starvslýsingini og hvar skal lýsingin standa? Hvør skal hava starvið, tá ið fleiri hava søkt? Hvør hevur krav um at fáa setanarprógv. Og hvørji rættindi hava tey, sum fáa avslag, tá tey hava søkt eitt starv?

Í hesum partinum kanst tú lesa um hvørjar reglur ið galda, tá ið landið, kommunurnar og kommunalir felagsskapir seta fólk í starv.

Ert tú í iva um starvssetanin er í lagi, verður tú biðin um at ráðføra teg við Starvsmannafelagið.

Seinast dagført: 1. sept. 2019

At lýsa eftir starvsfólki

Nær skulu størv lýsast leys. Hvørji størv. Hvat skal standa í starvslýsingini. Og hvat merkir tað í roynd og veru, tá ið sagt verður, at størv skulu lýsast leys alment?

Í hesum partinum kanst tú lesa um, hvørji krøv landið, kommunurnar og kommunalu felagsskapirnir sum almennir myndugleikar mugu ganga undir, tá ið tey lýsa størv leys.

At seta starvsfólk

Hvat kann arbeiðsgevarin spyrja um, tá ið fólk koma til setanarsamrøðu og hvørja upplýsingarskyldu hava fólk, tá ið tey søkja eitt starv? Hvat skal arbeiðsgevarin leggja dent á, tá ið hann setir fólk. Og hvørji rættindi hava tey, sum fáa avslag?

Í hesum partinum kanst tú lesa um rættindi og skyldur, tá ið fólk verða sett í starv hjá tí almenna, t.v.s. hjá landi, kommunum, kommunalum felagsskapum og kommunalu dagrøktini.

Ein fyrisitingarlig avgerð
Sum almennir myndugleikar skulu landið, kommunurnar og teir interkommunalu felagsskapirnir IRF og SEV halda fyrisitingarrættin og galdandi lóg, tá ið fólk verða sett í starv.

At seta starvsfólk er ein fyrisitingarlig avgerð, og slíkar avgerðir skulu altíð vera lógligar og sakligar. Eisini eru krøv um hoyring, gegni, grundgeving og kæruvegleiðing, tá ið fólk verða sett í starv.

Reglurnar finna vit m.a. í sáttmálum, fyrisitingarlógini og øðrum lógum, umframt í óskrivaðum reglum í fyrisitingarrættinum og arbeiðsrættinum, ið hava sama rættargildi sum skrivaðar lógir. Harafturat koma reglur um góðan fyrisitingarsið, sum umboðsmaðurin hevur ment, og bleytari reglur sum starvsfólkapolitikkur landsins, sum landsstýrið metir er góður politikkur fyri sína egnu umsiting í starvsfólkamálum.

Starvsfólkapolitikkur landsins bindur ikki kommunurnar beinleiðis. Starvsmannafelagið metir tó, at hesin politikkur í ávísan mun kann nýtast vegleiðandi fyri kommunurnar. Kommunurnar eru eisini ein almennur fyrisitingarmyndugleiki og galda í stóran mun somu reglur fyri tær sum fyri landsumsitingina. So politikkurin er ið hvussu so er góður at meta seg eftir, eisini um tú arbeiðir hjá eini kommunu ella kommunalum felagsskapi.

Setanarskrivið

Fyri at partarnir ikki skulu vera í iva um hvat teir hava avtalað, skulu avtalur um starvssetan altíð vera skrivligar. Starvsfólk hava krav um eitt setanarskriv, sum útgreinar innihaldið í starvssetanini. Setanarskrivið hevur stóran týndning fyri rættartrygdina hjá starvsfólkinum.

Reglurnar um setanarskriv eru í sáttmálunum(LEINKJA SETAST INN), ávikavist § 4, stk. 2 í sáttmálunum við landið og kommunurnar og § 3, stk. 2 í sáttmálanum fyri dagrøktararnar. Harafturat finnast reglurnar í løgtingslógini um setanarprógv.

Eftir hesum reglum hevur arbeiðsgevarin skyldu skrivliga at boða starvsfólkinum frá treytunum fyri setanini. Reglurnar vóru upprunaliga bert í sáttmálanum. Í 2008 kom so lógin um setanarprógv, sum útgreinar og víðkar krøvini til setanarskrivið og staðfestir revsing fyri brot á reglurnar.

Hvussu er rættarstøðan, tá ið starvsfólk verða sjúk, fara heim í barsil ella ynskja at sleppa í farloyvi? Kann arbeiðsgevarin broyta arbeiðsuppgávurnar og flyta arbeiðsplássið sum honum lystir? Er lønin røtt? Hvussu frítt kann arbeiðsgevarin leggja arbeiðstíðina og nær gevur tað yvirtíð? Og hvønn rætt hava starvsfólk at fara í feriu?

Hesin parturin snýr seg um rættindi og skyldur, tá ið tú ert í starvi. Talan kann vera um nógv og ymisk viðurskifti undir setanini, og ætlanin er, at tað sum frálíður skulu koma fleiri evnir afturat so hvørt.

Ert tú í iva um tíni viðurskifti og rættindi, verður tú biðin um at ráðføra teg við felagið um støðuna.

Seinast dagført: 1. sept. 2019

Sjúkrafrávera

Nær hevur tú rætt til at vera burtur frá arbeiði fyri sjúku? Nær kann arbeiðsplássið krevja eina læknaváttan? Kunnu starvsfólk fara út at ferðast, tá ið tey eru sjúkrameldað? Hvørji rættindi hava tey, tá ið børnini og hjúnarfelagin verða sjúk?

Hesin parturin snýr seg, um hvørji rættindi starvsfólk hava, tá ið tey sjálvi ella teirra nærmastu avvarðandi verða sjúk. Fokus er á, hvørji fíggjarlig rættindi starvsfólkini hava í hesum sambandi. Eisini kanst tú lesa um skyldurnar hjá starvfólki, tá ið tey verða sjúk.

Sjúka hjá liminum - og sjúka hjá avvarðandi

Tá ið talan er um sjúkrafráveru, skalt skiljast ímillum fráveru, tá ið starvsfólkið sjálvt verður sjúkt og fráveru, sum kemst av, at teirra nærmastu avvarðandi vera sjúk. Tað er hvør sítt og rættindini eru eisini ymisk.

Hesin parturin er tí býttur sundur í tveir partar. Annar parturin snýr seg um støðuna, tá ið starvsfólkið sjálvt verður sjúkt. Hin parturin er um tá ið sjúka rakar børn og hjúnafelaga og hvørji rættindi starvsfólkið hevur í hesum sambandi.

Ofta krevst ein ítøkilig meting av støðuni í sambandi við sjúku. Ert tú í iva um tíni rættindi og skyldur, verður tú biðin um at ráðføra teg við Starvsmannafelagið.

Tá ið starvið broytist
Barsilsfarloyvi

Nær kann arbeiðsgevarin siga starvsfólki úr starvi? Hvønn rætt havi eg til uppsagnartíð og kann eg arbeiða í uppsagnartíðini? Kann er fara í arbeiðsloysisskipanina um eg eri burturvístur ella havi sagt meg úr starvi? Kann er gera eina fráfaringaravtalu?

Í hesum partinum kanst tú lesa um rættindi, skyldur og viðurskiftini annars, sum galda, tá ið tú gevst á einum arbeiðsplássi. Tað kann vera tí, at arbeiðsplássið ætlar at siga teg úr starvi, ella tí at tú sjálv/-ur ætlar at siga upp.

Reglurnar um burturvísing verða eisini umrøddar. Eins og møguleikin fyri at gera eina fráfaringaravtalu, sum kann koma í staðin fyri eina uppsøgn ella eina burturvísing.

Seinast dagført: 15. jan. 2020

Uppsøgn

Í hesum partinum kanst tú lesa um hvørji krøv, reglur og mannagongdir galda, tá ið starvsfólk hjá landi, kommunum og kommunalum felagsskapum verða søgd úr starvi.

Her lýsa vit tær almennu reglurnar, sum galda í øllum uppsagnarmálum. Tað er kravið um, at uppsøgn skal vera saklig grundað og so tey formligu krøvini, grundgeving, hoyring o.s.fr..

Eisini lýsa vit uppsagnarreglurnar út frá tveimum ymiskum støðum: Tá ið tað eru viðurskifti á arbeiðsplássinum, (LEINKJA INN HER) sum eru orsøk til uppsøgnina, t.d. umlegging og sparing. Og tá tað eru viðurskifti hjá starvsfólkinum (LEINKJA INN HER)sjálvum, sum eru grundin, t.d. sjúka, svik ella at arbeiðsavrikið er ónøktandi. Málini kunnu vera ógvuliga ymisk, alt eftir hvør støðan er, og tí verða reglurnar um uppsøgn lýstar út frá hesum báðum ymisku støðunum.

Rættarkeldurnar

Rættarkeldurnar í uppsagnarmálum eru nógvar og ymiskar. Tær finnast í sáttmálunum og í nógvum ymiskum setanarrættarligum lógum, so sum starvsmannalógini (funktionerlógini), frítíðarlógini, javnstøðulógini, persónsupplýsingarlógini og fyrisitingarlógini.

Haraftrat eru óskrivaðar meginreglur í fyrisitingarrættinum og arbeiðsrættinum týðandi rættarkeldur í uppsagnarmálum. Altjóða lóggáva, sum t.d. evopeiski mannarættindasáttmálin, kann eisini hava týdning, umframt at rættarstøðan er ásett í dómsvenju (rættarpraksis).

Hjá limunum, sum arbeiða hjá landinum eru ásetingar í starvsfólkapolitikki landsins, eins og Fíggjarmálaráðið hevur eina vegleiðing um uppsøgn, sum landið er bundið av. Talan er um bleytari reglur, sokallaða soft-law. Hóast reglurnar ikki binda kommunurnar og kommunalu felagsskapirnar, so eru starvsfólkapolitikkurin og vegleiðingin hjá landinum hentar reglur, sum gevur eina góða ábending um rættarstøðuna eisini hjá øðrum almennum myndugleikum sum kommunum og kommunalum felagsskapum.