Rita inn

Set teg í samband við okkum um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð.

Brúkaranavn og/ella loyniorð skeivt. Vinarliga royn aftur.
Lat aftur
Takk fyri boðini. Vit venda aftur.
Okkurt gekk galið.
Vinarliga fyll út øll feltini.
Send
Lat aftur

Úrslit av leitingini

Einki var funnið.
Lat aftur

Vit eru Starvsfelagið

Les meira

Betri verju av starvsfólki

Les meira

Nýmótans fyrilestrahøli til leigu

Sí meira

Tilboð til limir okkara

Les meira
Tíðindi
Álop á okkara vunnu rættindi

Álop á okkara vunnu rættindi

36 fakfeløg samdust fyrrapartin fríggjadagin um at seta tiltøk í verk fyri at mótmæla tí grova álopi, sum landsstýrið ætlar at fremja móti rættinum til fakligt stríð. Nær og hvørji tiltøk verða sett í verk, verður kunnað um í vikuskiftinum.Fakfelø...
19. Juni 2021
Yvirlýsing í sambandi við politiska álopið á verkfalsrættin

Yvirlýsing í sambandi við politiska álopið á verkfalsrættin

Avgerðin hjá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum at fáa løgtingið at lóggeva sjálvan verkfalsrættin frá Føroya Pedagogfelag, er ein sera prinsipiell avgerð við víttfevnandi avleiðingum fyri allar komandi samráðingar, bæði á almenna og priv...
17. Juni 2021
Heilsan frá fyrrverandi formanni

Heilsan frá fyrrverandi formanni

Gunnleivur Dalsgarð, ið var formaður í Starvsfelagnum (sum tá var Starvsmannafelagið) frá 1997-2008, var á vitjan á skrivstovu okkara í dag og vísti sín stuðul, nú landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum ætlar at skerja verkfalsrættin hjá fakfe...
15. Juni 2021
Starvsfelagið tekur undir við teimum 17 heimsmálunum hjá Sameindu Tjóðum

Starvsfelagið tekur undir við teimum 17 heimsmálunum hjá Sameindu Tjóðum

Limahandbók
Tá starvið byrjar
Í starvi
Úr starvi
Um limahandbókina

Skulu øll størv lýsast leys? Hvat skal standa í starvslýsingini og hvar skal lýsingin standa? Hvør skal hava starvið, tá ið fleiri hava søkt? Hvør hevur krav um at fáa setanarprógv. Og hvørji rættindi hava tey, sum fáa avslag, tá tey hava søkt eitt starv?

Í hesum partinum kanst tú lesa um hvørjar reglur ið galda, tá ið landið, kommunurnar og kommunalir felagsskapir seta fólk í starv.

Ert tú í iva um starvssetanin er í lagi, verður tú biðin um at ráðføra teg við Starvsfelagið.

Seinast dagført: 1. sept. 2019

At lýsa eftir starvsfólki
At seta starvsfólk
Setanarskrivið

Hvussu er rættarstøðan, tá ið starvsfólk verða sjúk, fara heim í barsil ella ynskja at sleppa í farloyvi? Kann arbeiðsgevarin broyta arbeiðsuppgávurnar og flyta arbeiðsplássið sum honum lystir? Er lønin røtt? Hvussu frítt kann arbeiðsgevarin leggja arbeiðstíðina og nær gevur tað yvirtíð? Og hvønn rætt hava starvsfólk at fara í feriu?

Hesin parturin snýr seg um rættindi og skyldur, tá ið tú ert í starvi. Talan kann vera um nógv og ymisk viðurskifti undir setanini, og ætlanin er, at tað sum frálíður skulu koma fleiri evnir afturat so hvørt.

Ert tú í iva um tíni viðurskifti og rættindi, verður tú biðin um at ráðføra teg við felagið um støðuna.

Seinast dagført: 1. sept. 2019

Sjúkrafrávera
Tá ið starvið broytist
Barsilsfarloyvi

Nær kann arbeiðsgevarin siga starvsfólki úr starvi? Hvønn rætt havi eg til uppsagnartíð og kann eg arbeiða í uppsagnartíðini? Kann er fara í arbeiðsloysisskipanina um eg eri burturvístur ella havi sagt meg úr starvi? Kann er gera eina fráfaringaravtalu?

Í hesum partinum kanst tú lesa um rættindi, skyldur og viðurskiftini annars, sum galda, tá ið tú gevst á einum arbeiðsplássi. Tað kann vera tí, at arbeiðsplássið ætlar at siga teg úr starvi, ella tí at tú sjálv/-ur ætlar at siga upp.

Reglurnar um burturvísing verða eisini umrøddar. Eins og møguleikin fyri at gera eina fráfaringaravtalu, sum kann koma í staðin fyri eina uppsøgn ella eina burturvísing.

Seinast dagført: 15. jan. 2020

Uppsøgn

Talgild vegleiðing um starvsfólkarætt

Ivast tú í tínum rættindum og skyldum á arbeiðsplássinum? Sum limur í Starvsfelagnum kanst tú nú skjótt og lætt klikkja teg til svarið. Sum fyrsta fakfelag í Føroyum hevur Starvsfelagið givið út eina talgilda vegleiðing um starvsfólkarætt.

Nógvir limir venda sær hvønn dag til Starvsfelagið við spurningum um síni rættindi og skyldur, sum starvsfólk. Tað kann verða alt frá ávaringum, uppsøgn, sjúku, løn, yvirtíð og støðuni, tá ið starvið broytist.

Tað hevur leingi verið saknur í, at vit sum felag hava havt nakað skrivligt tilfar at vísa limunum á, har tit sjálvi kunnu lesa meira um tykkara støðu á arbeiðsplássinum. Mesta kunningin hevur verið munnlig frá máli til mál. Og tað hevur ikki verið nøktandi.

Ætlanin við hesi vegleiðingini er at geva limunum eitt praktiskt og hent hjálparamboð, so at tit skjótt og lætt kunnu klikkja tykkum til rætta svarið, tá ið ivi stingur seg upp um starvsfólkaviðurskifti á tykkara arbeiðsplássi.

Vendir sær til sáttmálasett hjá tí almenna

Vegleiðingin vendir sær til limirnar, sum arbeiða undir sáttmálunum, sum Starvsmannafelagið hevur við tað almenna. Tað vil siga limir, sum arbeiða hjá landinum, kommununum og kommunalu felagsskapununum, og limir í kommunalu dagrøktini.

Orsøkin til, at vegleiðingin í fyrsta umfari vendir sær til alment sett, er, at tey eru umfatað av serligum reglum, sum bert eru galdandi fyri alment sett, nevniliga fyrisitingingarrættinum.

Ætlanin er tó sum frá líður at víðka handbókina, so at hon eisini vendir sær til starvsfólkini í almennu partafeløgunum Posta og Føroya Tele. Partafeløgini virka á privatrættarligum grundarlagi og eru ikki fevnd av fyrisitingarrættinum.

Limirnir, sum arbeiða hjá Føroya Tele og Posta, kunnu tó í ávísan mun brúka vegleiðingina, tí á summum økjum eru starvsfólkaviðurskiftini í partafeløgunum tey somu sum hjá tí almenna. Spyr teg nærri fyri um hetta hjá Starvsmannafelagnum.

Vegleiðingin er fyri sáttmálasett. Hon vendir sær sostatt ikki til tænastumenn ella starvsfólk, sum eru sett eftir tænastumannalíknandi treytum hjá tí almenna.

Verður útbygd stigvíst

Rom varð sum kunnugt ikki bygdur eftir einum degi. At gera eina vegleiðing um starvsfólkarætt er eitt størri tiltak, og tí verður vegleiðingin av praktiskum grundum gjørd stig fyri stig. Tí eru heilir partar av starvsfólkarættinum, sum ikki eru við í fyrstu atløgu. Ætlanin er at leggja nýggjar partar afturat so hvørt, so at vegleiðingin sum frá líður verður alt meira fullfíggjað. Byrjað verður við teimum evnum, sum felagið fær flest fyrispurningar og hevur flest mál um.

Fyrivarni verður tikið fyri, at rættarstøðan kann broytast. Tí verður rátt til, at tú sum limir vendir tær til felagið við løgfrøðiligum ivamálum, við tað at hendan vegleiðing ikki kann koma í staðin fyri persónliga ráðgeving frá felagnum.

Trupul mál – spyr altíð ráðgevingina!

Við hesi vegleiðingini kanst tú sum limur lesa um tíni grundleggjandi rættindi og skyldur, so at tú verður betur før/-ur fyri at skilja støðu tína sum løntakari.

Tað er tó týdningarmikið at undirstrika, at hendan vegleiðingin kemur ikki í staðin fyri persónliga ráðgeving frá Starvsfelagnum. Hon er eitt ískoyti til ráðgevingina. Starvsfólkamál kunnu verða trupul og samansett, og hevur tú eitt mál, sum kann fáa avleiðingar fyri tíni viðurskifti, skalt tú altíð venda tær til felagið fyri at fáa ráðgeving. Vegleiðingin um starvsfólkarætt kann ikki standa einsamøll.

Við hesum fari eg at ynskja tykkum góða eydnu við at brúka nýggju vegleiðingina um starvsfólkarætt. Tað er mín vón, at hon verður eitt framstig fyri samlaðu limaráðgevingina hjá Starvsfelagnum.

Vinarliga
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum